Lóg fyri Sosialistiskt Ung
§1. Felagið
Stk. 1: Navn felagsins er Sosialistisk Ung, í stytting SU. Á enskum eitur felagið Socialist Youth.
Stk 2: Endamál felagsins er at fylkja ungdómin um javnaðarhugsjónina og virka fyri eitt sosialistiskt vælferðarsamfelag á fólkaræðisligari grund. Felagið stuðlar Javnaðarflokkin til og millum løgtingsval, kommunuval og fólkatingsval. Ein og hvør limur eigur at góðtaka grundsjónarmið Javnaðarfloksins og stevnu SU.
§2. Limir
Stk. 1: Ein og hvør, ið lúkar hesi krøv, kann gerast limur í SU:
- Er til og við 30 ára gamal/gomul.
- Vil fylgja lógum og endamáli felagsins.
Stk. 2: Fyri at hava atkvøðurætt og vera valbærur til nevndarsessir skal limurin hava goldið limagjald seinastu 3 mánaðirnar.
Limaskapur fellur burtur, um limur ikki hevur rindað limagjald í meira enn 2 ár.
Stk. 3: Limur, ið fyllir 31, gerst stuðulslimur uttan atkvøðurætt. Stuðulslimir kunnu heldur ikki stilla upp til nevndarsess í felagnum.
Limur, ið fyllir 31, meðan limur situr í nevndarsessi, fær tó loyvi at varðveita sín sess og atkvøðurætt til og við næsta landsfund.
Stk. 4: Limir, ið verða valdir við stuðul frá felagnum í býráði og/ella á løgtingi, í landsstýri ella á fólkatingi rinda, ístaðin fyri limagjald, eitt av landsnevndini ásett stuðulsgjald av hvørjari mánaðarløn. Limir, ið verða valdir í býráði gjalda til lokalfelag, har viðkomandi er limur. Restin gjalda til landsfelagið.
Stk. 5: Limur skal sjálvur strika sín egna limaskap, um ynski er til tess. Hetta verður gjørt við at boða landsnevndini frá.
Stk. 6: Landsnevndin kann, við ⅔ meiriluta, taka limaskapin frá limi, um limurin:
Mótarbeiðir grundsjónarmiðum felagsins.
Ikki fylgir galdandi felagslógum.
Vísur atburð, ið er ósømiligur ella hættisligur móti øðrum limum.
Skaðar umdømi ella virkisemi hjá SU.
Stk. 7: Limur, sum er koyrdur úr SU, skal fáa skriftliga grundgeving, og limur kann kæra hesa avgerð til landsfund.
§ 3. Limagjald
Limagjaldið verður ásett á landsfundi.
§ 4. Landsnevndin
Stk. 1: Felagið verður stjórnað av eini fimmmannanevnd, sum verður vald á landsfundinum.
Forfólkið (ella forkvinnan/formaðurin) verður valt einsæris. Um einki forfólk verður valt, verður nevndin skipað sum fløt nevnd, til eitt verður valt á eykalandsfundi.
Val av hinum nevndarlimunum fer fram undir einum.
Stk. 2: Tveir tiltakslimir verða eisini valdir á landsfundinum.
Stk. 3: Lokalfeløgini eiga sjálvi eitt umboð í landsnevndina.
Stk. 4: Nevndin skipar seg sjálv, við næstforfólki, kassameistara og skrivara, á fyrsta landsnevndarfundi. Nevndarlimir og umboð frá lokalfeløgum kunnu manna nevndarsessirnir, meðan tiltakslimir og útisetaumboð (sí stk. 5) ikki kunnu.
Stk. 5: Harumframt kann landsfundurin velja upp til 3 útisetaumboð, ið hava luttøkurætt á nevndarfundum, men ikki kunnu greiða atkvøðu ella manna ábyrgdarsessir.
Fyri at vera útisetaumboð skal limurin vera búsitandi uttanfyri Føroyar.
Stk. 6: Landsnevndin hevur ábyrgdina av roknskapinum og fíggjarætlanini hjá SU. Á fyrsta landsnevndarfundi í nýggjum fíggjarári skal endaligi roknskapurin frá farnu nevndini gjøgnumgangast og góðkennast.
Stk. 7: Felagið verður bundið fíggjarliga við undirskrift forfólksins og kassameistarans.
Stk. 8: Landsnevndin kann heimila fólki, sum ikki eru limir í landsnevndini, at luttaka á nevndarfundum, tó uttan atkvøðurætt.
Stk. 9: Landsnevndin átekur sær at velja umboð og varaumboð til starvsnevndina hjá Javnaðarflokkinum innanhýsis ein mánað áðrenn landsfundin hjá Javnaðarflokkinum.
Stk. 10: Landsnevndin kann heimilia limi, sum ikki er í landsnevndini, at tala vegna flokkin á landsfundi Javnaðarfloksins.
Stk. 11: Fer landsnevndarlimur, valdur á landsfundi, frá í setanartíðini, kann landsnevndin halda eykalandsfund fyri at velja avloysara.
§ 5. Landsfundur
Stk. 1: Landsfundurin, ið er hægsti vald felagsins, verður hildin eina ferð um árið og skal kunngerast við í minsta lagi 2 mánaðars fyrivarni.
Stk. 2: Allir limir til og við 30 ár, ið hava rindað limagjald í seinasta lagi 3 mánaðar áðrenn landsfundin, eru valbær.
Stk. 3: Limagjaldið verður ásett á landsfundi.
Stk. 4: Á landsfundinum er dagsskráin:
Val av fundarstjóra
Val av skrivara
Forfólkið greiðir frá virki felagsins farna árið
Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap og fíggjarætlan
Frágreiðing frá lokalfeløgunum
Innkomin uppskot
Val av forfólki
Val av nevnd
Val av floksleiðsluumboðum
Val av grannskoðara
Ásetan av limagjaldi
Ymiskt
§6 Viðtøkubroytingar og niðurlegging av felagnum
Stk. 1: Uppskot um lógarbroytingar, sum limir vilja hava til viðgerðar á landsfundinum, skulu vera landsnevndini í hendi minst 3 vikur undan ásetta landsfundi.
Um uppskot verða send inn aftaná ásettu tíðarfreistini, kunnu tey bara viðgerast, um landsfundurin samtykkir tað.
Stk. 2: Tey innkomnu uppskotini verða send flimunum til viðgerðar vikuna áðrenn landsfundin.
Stk. 3: Uppskotini um lógarbroyting ella ískoyti til lógina verða viðtikin á lands- ella eykalandsfundi við einum serstøkum meiriluta á ⅔ av atkvøðunum.
Stk. 4: Uppskot um niðurlegging skal handast landsnevndini í fyrsta lagi 6 mánaðir aftaná seinasta landsfund.
Stk. 5: Fyri at leggja felagið niður krevst ¾ meiriluta til eykalandsfund, ið skal skipast í fyrsta lagi 2 mánaðir og í seinasta lagi 4 mánaðir aftaná landsfundurin hevur viðgjørt uppskotið.
Stk. 6: Við niðurlegging verða felagsins bankakontur, skjøl, og aðrar ognir latið Javnaðarflokkinum, við endurstovnan av SU fyri eyga.
Viðtikið á landsfundi 31/05/2025
Tórshavn