Mor er ikki sur - mor er skuffet!
MOR ER IKKE SUR, MOR ER SKUFFET!
Soleiðis verður til tíðir tikið til, tá ið eitt barn møguliga hevur tikið eina avgerð, ið ikki er góð. Munurin millum at vera súrur og skuffaður kann vera torførur at fáa greiðu á, men tað botnar í, at tá ið onkur ger okkurt ímóti tær, gerst tú ofta súrur, men, um onkur ger okkurt, sum er í andsøgn við fatanina, tú hevði av viðkomandi, tá gerst mann skuffaður.
Tí meta vit í SU tað vera passandi at melda greitt út, at vit eru ikki súr inn á Javnaðarflokkin, men vit eru vónsvikin og skuffaði.
Vit eru serliga skuffaði av, at Javnaðarflokkurin var ein virkin partur av at hækka gildistíðina á fiskiloyvunum upp á 10 ár. Tað er ein hugsjónarlig fallit-erklæring. Tí hin sosialdemokratiska hugsjónin byggir á ta grundsúluna at minka um fíggjarliga ójavnan í einum samfelagi, og at leingja gildistíðina er at gera júst tað øvuta. Tað er at geva virðir upp í hendurnar á teimum múgvandi, so tey kunna gerast enn tryggari og enn ríkari.
Tað er týdningarmikið fyri okkum at siga, at vit skilja væl og sympatisera við avgerðini um at fara í eitt samgongusamstarv við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. At hála politiska arbeiðið til vinstru og ikki seta seg uttan fyri ávirkan. Tann avgerðin var ikki løtt, ikki neyðturviligani ein háttur at fáa fleiri atkvøður v.m. Tí er tað alla æru vert, at tit tora at standa við ábyrgdini, sjálvt tá ið tað ikki er lætt.
Og vit gleðast um, at fleiri av teimum hjartamálum, ið flokkurin fór til val uppá, eisini eru við í samgonguskjalinum, harav summi av teimum longu eru í politisku stoypiskeiðini.
Men latið ongantíð sosialdemokratisku hugsjónina doyggja!
Sjálvandi skal man gera kompromis í politikki, tað er eyðsæð. Men farið ikki uppá kompromis við okkara samleika, har vit lata høgravendu flokkarnar stýra skútuni.
Vit í SU vóna, at málið um gildistíðina var eitt syrgiligt undantak. Og ikki komandi politiska meginreglan hettar samgonguskeiðið. Tí um hetta er eitt tekin um tað ið kemur, so heita vit á tykkum um alt fyri eitt at fara undir eina politiska sjálvrannsakan.